Um virkið

 

Líka síðani august 1984 hevur Kjartan Simonsen verið umboðsmaður fyri lastbilamerkið MAN í Føroyum. Karmarnir hava ikki altíð verið líka góðir sum í dag.

 

Byrjað varð í smáum heima í kjallaranum, so komu kreppuárini, men á sumri 2004 varð flutt niðan á Borðoyavík í tað nýggja verkstaðið.

Fyrsti lastbilurin, sum Kjartan seldi, var til pápa sín, John Elias Simonsen. Hetta var ein 8x4, 32 tons og hevði 360 hk við krana og vippu.

Um sama mundið keypti JFK heilsølan henda bilin.

Kjartan Simonsen Sp/f  /  Klingrugarður 7  /  Postboks 44  /  FO-710 Klaksvík  /  Faroe Islands

 

 

© 2016 Kjartan Simonsen. Sniðgivið og ment hevur Else Sjúrðaberg